Samráðingarnar í London hesa vikuna millum strandarlondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild eru av á hesum sinni, men heldur ikki hesaferð eydnaðist at finna eina semju um býti av uppsjóvarfiskabólkunum. Tað boðar Fiskimálaráðið frá í dag.
Mánadagurin og týsdagurin varð settur av til at finna eina semju um býtið av kvotuni til tey londini, ið ikki eru við í makrelsemjuni. Tað eydnaðist tó ikki Føroyum, ES og Noreg at gerast samd, um hvussu tey 15,6 prosentini skuldi býtast til hini strandarlondini.
Hinir dagarnar vórðu settir av til at finna eina semju um eitt nýtt býti av svartkjafti og norðhavssild, men heldur ikki her bar á mál. Í staðin tykist nú, at londini fara at áseta sær hvør sínar kvotur fyri 2016.










