Samráðingar við russar í uttanlandsnevndini í morgin

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum skal í morgin siga sína hugsan um ætlanirnar hjá landsstýrinum at samráðast við Russland

 

Í morgin fer Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum í sambandi við fyrireikingar hansara at samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðusáttmála fyri 2023 millum Føroyar og Russlands.

Fundurin í uttanlandsnevndini verður klokkan 10 í morginári.

Tá Sosialurin í síðstu viku spurdi øll tingfólk, um tey vóru fyri ella ímóti, at Føroyar fóru til samráðingar, vóru tað bara trý, sum søgdu ja. Tey vóru Rósa Samuelsen, Erhard Joensen og Frimodt Rasmussen, øll úr Sambandsflokkinum.

Men tað vóru kortini bara 15, sum søgdu ja, tí 15 onnur vildu ikki svara spurninginum.

Tað verður kortini ikki Løgtingið, sum skal atkvøða um málið, um alt gongur, sum tað plagar. Sjálvandi kann okkurt lógaruppskot um tað leggjast fyri tingi. Men tað er landsstýrið, sum hevur hesar samráðingar um hendi.

Tað er ikki Løgtingið, sum skal taka støðu til hesar samráðingar, men landsstýrið. Kortini hava vit spurt tingfólk, um tey eru fyri ella ímóti, at landsstýrið fer undir hesa samráðingar, so sum Árni Skaale, fiskimálaráðharri hevur sagt, at hann heldur at vit skulu gera.

Løgmaður hevði herfyri fund við allar flokkar um málið, og har vístu allir andstøðuflokkarnir á, at landsstýrið ikki eigur at fara undir samráðingar – og somu støðu hevur Miðflokkurin. Spurnarkanningin vísir okkum, at bara trý sambandstingfólk siga, at vit skulu undir hesar samráðingar, at tvey sambandsfólk siga nei, og at tingfólkini hjá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum ikki vilja svara upp á spurningin. Eisini er ógreitt, um Javnaðarflokkurin hevur eina felags støðu, tí Henrik Old og Jóhannus Joensen vilja ikki svarað, eins og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn.

Soleiðis svaraðu tingfólk spurninginum frá Sosialinum 28. oktober:

 

##med2##

 

##med3##