Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur seg vera so nøkulunda nøgdan við semjuna, sum manningarfeløgini og fíggjarmálaráðið hava undirskrivað seinnapartin í dag.
- Enn er sjálvur sáttmálin ikki undirskrivaður. Tað nýggja, sum semja nú er fingin um í dag, verður bygt inn í verandi sáttmála, og síðan verður nýggjur fundur, har sjálvur trý ára sáttálin verður undirskrivaður.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, dylur ikki fyri, at politiskt trýst hevur ligið yvir hesum samráðingarumfarinum.
- Partarnir hava góðtikið ein sáttmála, har arbeiðstíðir verða broyttar í samsvar við tær nýggju altjóða hvílireglurnar, sum eru settar í gildi. Tá tvey ár eru farin av sáttmálaskeiðnum, eru hesi viðurskifti komin upp á pláss.
Hann vísir á, at sambært semjuni verða strandfaraleiðir ikki so hart raktar av einum møguligum verkfalli.
- Semja byggir eisini á, at í framtíðini verður tað soleiðis, at eitt verkfall framvegis skal fráboðast 48 tímar frammanundan, og harafturat skal ein túrur siglast við øllum strandfaraskipum um dagin, meðan verkfall er.
Eyðstein Djurhuus vísir á, at á leiðunum til Nólsoyar, Kalsoynna og Sandoynna skulu tveir dagligir túrar siglast, tá arbeiðssteðgur er - í upp til tríggjar vikur.
- Hetta er partur av tí, ið semja byggir á. Sjálvandi vildu vit rokkið longri, men vit mugu ásanna, at samráðingarnar høvdu rent seg rættiliga fastar, og tá so stórt politiskt trýst varð lagt á manningarfeløgini, var ikki nógv at gera.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at politiski myndugleikin frammanundan var klárur at leggja seg út í eitt møguligt verkfall, og tá tað er útgangsstøðið, er greitt, at feløgini ikki standa serliga sterk í samráðingunum.
- Eg fegnist tó um, at nøkur ting komu upp á pláss - ella ávegis upp á pláss - í semjuni, sum undirskrivað varð millum partarnar í dag, sigur Eyðstein Djurhuus.










