Samráðingar um samgongu: Nú er semja

Aksel V. Johannesen dugir ikki at síggja nakran snávingarstein eftir

- Vit eru komin undir land.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinunum, sum stendur á odda samráðingunum um at skipa eina nýggja samgongu ímillum Javnaðarflokkin,  Tjóðveldi og Framsókn.

 

Ein slík CEF samgonga hevur 17 tinglimir og hevur sostatt akkurát meirilutan, men tað er støðan, tey komu í, eftir at Sjálvstýrisflokkurin tók seg úr samráðingunum í gjárkvøldið.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at samráðingarnar um eina nýggja CEF samgongu eru nú komnar so mikið væl áleiðis, at nú er bara eftir at leggja síðsta hond á kladduna til samgonguskjalið.

 

Hann sigur, at gongst væl, verður tað liðugt í morgin árini, men tað kann eisini taka longri tíð, tá ið smálutirnir skulu orðast.

 

Trýst HER og hoyr, hví Aksel V. Johannesen ikki  er sannførdur um, at CEF samgongan verður veruleiki.