Uppafturtiknu samráðingarnar millum SAS og flogskipararfeløgini um sáttmála eru av fyri í dag. Partarnir hittast aftur í morgin klokkan 8.
Tað sigur formaðurin í norska flogskipararfelagnum, Roger Klokset, sambært norska miðlinum VG.
Partanri hittust í dag klokkan 10.
Slakar tíggju tímar seinni eru tey komin úr samráðingarhølunum í Stókkhólmi.
– Vit hava gjørt av at steðga fyri í kvøld, og so halda vit fram í morgin, sigur Klokset sambært norska miðlinum.
Hann vil einki siga um, hvussu langt er millum partarnar, og hvussu drúgvar samráðingarnar kunnu vera.
Umleið 1.000 SAS flogskiparar í Danmark, Noreg og Svøríki hava verið í verkfalli síðani mánadagin 4. juli.
Verkfallið hevur ávirkað umleið 30.000 ferðafólk um samdøgrið og hevur sambært miðlinum MobilityWatch helst kostað SAS umleið eina milliard svenskar krónur. Tað svarar til væl meira enn eina hálva milliard í okkara krónum.
Fyrr í dag var norski formaðurin hjá flogskiparunum spurdur, um norska flogskiparafelagið enn var til reiðar at senda SAS á veg á húsagang. Tað vóru boðini frá flogskiparafelagnum í síðstu viku.
– Vit hava ongantíð ynskt, at SAS skuldi farið á húsagang. Men vit stuðla undir prinsippini á arbeiðsmarknaðinum. So er tað leiðslan í SAS, sum skal gera av, hvat skal enda við SAS, segði Roger Klokset.
Verkfallið hevur eisini ført við sær, at allar flogferðir hjá SAS á Føroyaleiðini eru avlýstar.
/ritzau/