Samráðingar eru farnar í gongd

Starvsfelagið hevur góðar vónir

Sáttmálasamráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru so smátt byrjaðar. Í dag var innleiðandi fundur millum samráðingarpartarnar, og ætlanir eru lagdar fyri samráðingarfundirnar komandi vikurnar.

 

Partarnir hava avtalað fyrsta fundin at verða 22. september, og tá verða sáttmálakrøvini handaði pørtunum.

 

– Hesaferð samráðast vit við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samstundis, tá arbeiðsgevarin hevur gjørt eina rammuavtalu um felags samráðingar, sigur Starvsfelagið.

 

– Sum altíð fara vit til samráðingar við vón um gott og munadygt samstarv við sáttmálapartarnar, sigur Starvsfelagið.