Samráddust fyri tvey manningarfeløg

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur havt aðalfund í dag og í formansfrágreiðing síni greiðir formaðurin, Annfinnur Garðalíð, frá, hvussu árið hevur hilnast.

 

Hann greiðir millum annað frá sera drúgvum og hørðum samráðingum við Føroya Reiðarafelag, har teir til endans vóru noyddir at boðsenda Semingsstovninum. Partur av stríðnum stóð um eykapartarnar, har Føroya Reiðarafelag kravdi, at yvirmenn skuldu rinda felagsútreiðslur av eykapørtunum, men ikki fingu feriuløn av sama.

- Tað, sum vit síggja her, er, at yvirmennirnir skula gjalda av eykapørtum, men fáa ikki av eykapørtunum, og her meina vit, at sáttmálin peikar fullkomuliga skeiva vegin, sigur Annfinnur Garðalíð.

 

At enda komu teir tó á mál og samdust um nýggjan sáttmála.

- Hóast felagið metir, at munandi batar eru gjørdir í sáttmálanum, so vóru viðurskifti, sum felagið ikki fekk við í semingsuppskotið, sigur Annfinnur Garðalíð.

 

Formaðurin er tó ónøgdur við framferðina hjá Føroya Reiðarafelag eftir hetta, sum hann kallar vánaligan taktikk, tí tá Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevði verið gjøgnum seming og annað, bjóðaði Føroya Reiðarafelag Maskinmeistarafelagnum nærum somu treytir, sum Skipara- og Navigatørfelagið hevði samrátt seg fram til.

- Tað sást greitt á úrslitinum hjá MF, somu hækkingar fyri somu skipabólkar og aðrar broytingar. So tað má sigast, at FSN samráddist fyri tvey manningarfeløg á hesum sinni, og hetta eigur at læra okkum nakað til næstu samráðingar, sigur Annfinnur Garðalíð.