Floksformenninir og næstformenninir í flokkunum, sum sita í samgongusamráðingum, sita júst nú á fundi við Búskaparráðið á Gamla Apotekið.
Tað er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum hevur biðið Búskaparráðið koma á fund, at greiða flokkunum frá heystfrágreiðing síni.
Tey, sum luttaka á fundinum eru Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen fyri Javnaðarflokkin, Høgni Hoydal og Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi, Poul Michelsen og Hanna Jensen fyri Framsókn og Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard fyri Nýtt Sjálvstýri.
Restin av nývaldu tingmanningunum hjá hesum flokkunum, umframt tey, sum kunnu hugsast at gerast fastir varalimir í løgtinginum, sita í smærri bólkum og samráðast um ymisk evni, sum skulu viðgerast áðrenn samgonguskjalið verður undirskrivað.
Aksel V. Johannesen segði við KVF í gjár, at hann vónaði at vera komin langt í samráðingunum í annaðkvøld og halda frí sunnudagin. Kristina Háfoss sigur tó í dag, at hendan ætlanin er slept og at fundast verður eisini sunnudagin, í eini vón um at gerast skjótari liðug og finna eina semju.
- Vit ætla kortini at hava ein steðg, so vit fáa hugt at landsdystinum í kvøld, sigur Kristina Háfoss.