Vinnuhúsið skrivar, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini í kvøld hava avtalað at leingja sínamillum sáttmálarnar til mánakvøldið 5. mai á midnátt. Partarnir hava samráðst í dag, men eru í kvøld vorðin samd um at taka ein steðg í samráðingunum um vikuskifti og byrja aftur mánamorgunin kl. 10.00.