Samrøður við umboð fyri B36, HB og ÍF (FM1)

(FM1) Hoyr stuttar samrøður við Jákup á Borg (B36), Rasmus Nolsøe (HB) og Hans Jørgin Djurhuus (ÍF)

##med2##

Hondbólturin átti pallin á FM1 í dag, men í steðginum í EM-undankappingardystinum náddi FM1 at práta við umboð fyri B36, HB og ÍF. B36 vann harðvunnan 1-0 sigur á TB á útivølli. Í Fuglafirði vann HB stórsigur 5-1 á ÍF.

Omanfyri ber til at hoyra stuttar samrøður við:


1) Jákup á Borg, venjari hjá B36
2) Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB
3) Hans Jørgin Djurhuus, venjari hjá ÍF

Jákup á Borg viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum við Stórá í Trongisvági. Rasmus Nolsøe fegnast um, at hesaferð riggaði bæði álopsparturin og verjuparturin hjá HB. Hans Jørgin Djurhuus ásannar, at enn er langt hjá ÍF upp til topp 5 liðini, men komandi sunnudag spælir ÍF tað Hans Jørgin nevnir eina "finalu" móti EB/Streymi í hólmanum á Eiði. 

(Samrøður við Jákup á Borg, Rasmus Nolsøe og Hans Jørgin Djurhuus)