Samrøður við fegnar FM-vinnarar hjá H71 (FM1)

(FM1) Hoyr dystarendan H71-Neistin 30-20, og hoyr samrøður við fegnar H71-arar og venjaran, Sonni Larsen

H71 er føroyameistari í Okkaradeildini triðja árið á rað, og fyri fimtu ferð í søgu felagsins, og er fyrsti FM-vinnarin undir nýggju skipanini har FM-vinnarin verður funnin við best av fimm FM-finalum.  

 

Tað gjørdist veruleiki tá H71 í Hoyvíkshøllini vann sera sannførandi 30-20 á Neistanum í fimtu og endaligu FM-finaluni, ið var í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var H71 á odda 14-8. Ári Dam í H71-málinum bjargaði 50 prosent av royndunum hjá neistamonnum, og tað munaði sera nógv í dystinum.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av dystinum í Hoyvík. Dia Midjord var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fegnar H71-spælarar og H71-fjepparar.

3) Hoyr steypahandanina.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá H71, Sonni Larsen.

5) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 í dag, Dia Midjord taka samanum eitt samlað uppiborið FM-heiti til H71.

 

In.fo og FM1 ynska H71 hjartaliga tillukku við FM-heitinum.