Samrøður: Símun Samuelsen (HB) og Bagge (NSÍ)

(FM1) Hoyr ein vónbrotnan Símun Samuelsen hjá HB, og ein ovurfegnan venjara hjá NSÍ lýsa dystin í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1

 

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við veteranin hjá HB, Símun Samuelsen aftaná 0-2 tapið hjá HB ímóti NSÌ.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze, ið saman við sínum monnum vann 2-0 á HB. 

 

Bagge dylur ikki, at nú er ólavsøkan bjargað. Hann fer nú í føroysk klæðir og fer at fáa sær ein betri bita, og ætlar at njóta sigurin. Men tað hevur verið hart hjá honum og spælarunum, tí tað hevur higartil í ár ikki gingið eftir vild, og tí kom sigurin ímóti HB somikið betri við hjá Bagga og hansara monnum. 


Tróndur Arge og Bagge umrøddu eisini málmetið hjá Klæminti A. Olsen, ið nú hevur skorað 154 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Símun Samuelsen staðfestir, at HB fekk ikki ta ólavsøkuna teir høvdu ætlað sær. Hann sigur seg verða greiðan yvir, at eitt tap fór fyrr ella seinni at koma, men HB er enn oddalið, og Símun Samuelsen og liðfelagarnir eru enn við gott treystið.

 

HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá søguliga málinum hjá Klæminti Olsen. 

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við nýggja málmetsmannin, Klæmint A. Olsen og gamla málmetsmannin, Jákup á Borg aftaná NSÍ hevði vunnið 2-0 á HB.