Samrøður: Rasmus Søby og Jeppe Borch (Neistin)

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Rasmus Søby, toppskjútta og Jeppe Borch, venjara hjá Neistanum

Fyrra FM-finalan hjá monnum millum Neistan og H71 endaði við javnleiki 25-25. Støðan í steðginum var javnleikur 14-14. Vinnur annað liðið 2. FM finaluni í Hoyvíkshøllin leygarkvøldið er tað liðið FM-vinnari 2018. Endar dysturin aftur við javnleiki verður talan um eina triðju FM-finalu sunnukvøldið-

 

Neistin-H71 25-25 (14-14)

 

 

Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni  Zachariassen 5, Tróndur Kragesteen 3, Torkil Hentze 3, Rune Olsen 2, Carl Herup Olsen 1 og Jónsvein Dulavík 1


H71: Peter Krogh 10, Mark Marcher 6, Rúni Vest Højgaard 3, Sigmundur Nolsøe 2, Andor Sivertsen 2, Leivur Mortensen 1 og Sigmundur Dahl 1

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby, ið skoraði sjey mál fyri Neistan.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá Neistanum, Jeppe Borch.

 

Bæði Rasmus Søby og Jeppe Borch fegnast um, at javnleikurin bleiv bjargaður í evstu løtu. Hetta gevur eitt munandi betri útgangsstøðið enn eitt eittmálstap. Teir eru tó báðir greiðir yvir, at arbeiðast má hart fyri sigrinum komandi leygarkvøld. 

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Peter Krogh og við venjaran hjá H71, Sonni Larsen hoyrast HER

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av spennandi dystarendanum, og samantøkan hjá viðmerkjaranum, Teiti Joensen hoyrast HER