TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á FM1, har hann prátaði við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, ið saman við liðfeløgunum vann 5-0 á 07 Vestur á heimavølli í dag.
2) Hoyr størra partin av samrøðuni Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á FM1, har hann prátaði við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen. Av tøkniligum ávum er endin av samrøðuni ikki tøkur.
Pætur Dam Jacobsen fegnast um trivaliga sigurin, og hann vísti á, at Skála hevði eitt 1-4 tap í Sørvági 27. mai at hevna, og hann er glaður fyri, at tað eydnaðist.
Pauli Poulsen ásannar, at hansara menn ikki raktu dagin, og tað prógvar úrslitið eisini væl og virðiliga.