Samrøður frá handverkaramessuni (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Árni Gregersen og Óli G. Samuelsen gjørdu uppi hjá Bygma Balslev fyrr í dag

Seinnapartin sendi Rás2 frá stóru handverkaramessuni hjá Bygma Balslev uppi í Hoyvík.

 

Sent var beinleiðis millum klokkan 14 og 17. Tveir teir fyrru tímarnar var prátað við eigarar, fyrireikarar, framsýnarar og fólk sum vitjaðu handverkaramessuna.

 

Reportarar hjá Rás2 til handverkaramessuna vóru Árni Gregersen og Óli G. Samuelsen.

 

Prátað var m.a. við Bent á Lava, stjóra, Anniku Olsen, borgarstjóra, Janus úr Dímun, Sólbjørn Thomsen, Hera Mørkøre, Heðin Mortensen, og fleiri av donsku framsýnarunum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátini sum vóru gjørd beinleiðis á Rás2 millum klokkan 14 og 16 í dag. Talan er bara sjálvar samrøðurnar. Eisini hoyrist løtan tá Annika Olsen, borgarstjóri setti handverkaramessuna.