Samrøður aftaná tapið ímóti Luksemborg (Rás2)

(Rás2) Hoyr Barbaru K. Durhuus og Hildu B. Mortensen seta orð á 1-3 tapið ímóti Luksemborg

Føroyska U19-landsliðið í flogbólti hjá gentum kom niður aftur á jørðina í dag, eftir at tær í gjár vunnu 3-1 ímóti Skottlandi í EM-kapping fyri smátjóðir í Liktinstein.

 

 

Mótstøðuliðið í dag var Luksemburg, ið er mett at vera stinnasta liðið í bólkinum. Luksemburg vann dystin 3-1 eftir settúrslitini 25-20, 26-24, 14-25 og 25-19.

 

 

Í morgin spæla føroysku genturnar tveir dystir. Tann fyrri er kl.9.00 ímóti Liktinstein, og kl.15.00 seinnapartin er mótstøðuliðið Wales. 

 

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum dystunum á Rás2. Til ber at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og FM 98,7.

 

 

Aftaná 1-3 tapið ímóti Luksemborg prátaði Óli G. Samuelsen við U19-landsliðsspælararnar, Barbaru Káradóttir Durhuus og Hildu Bolstad Mortensen, ið vóru vónbrotnar um, at fyrsta plássið allarhelst er rokið. Tær báðar undirstrika tó, at føroyska liðið fer at stríðast fyri at gerast minst nummar tvey í kappingini. 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Barbaru Káradóttir Durhuus og Hildu Bolstad Mortensen.