Samrøðubólkar fyri børn og ung

Nú er tíð at melda seg í samrøðubólkarnar, sum byrja í mars 2013.

At foreldur fara hvør til sítt er rættiliga vanligt, og hjá teimum flestu gongur væl at semjast um børnini. Royndirnar eru tó, at tað er ymiskt, hvussu væl tað gongur hjá børnunum at fata og góðtaka nýggju støðuna hjá familjuni. Tað vísir seg, at tað eru rættiliga nógv børn, ið eru tyngd av hjúnaðarskylnaðinum hjá foreldrunum, og summi børn brúka ov nógva orku til at stúra og leingjast.

Við stuðli frá Mentamálaráðnum varð byrjað í heyst við tveimum samrøðubólkum fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt. Tilsamans 14 børn ganga í samrøðubólki, og bæði børnini, foreldrini og starvsfólk eru samd um, at hetta er eitt gott og týdningarmikið tiltak. Sum orðið sigur, er ein samrøðubólkur eitt forum, har børnini tosa saman um tankar, kenslur og upplivingar, ið tey hava í felag. Evnini, sum hava verið uppi og vent eru t.d. netverk, samveruskipan, nýggj familja og strongd foreldur.

Nú hevur tiltakið fingið stuðul frá Lions soleiðis, so í mars byrja tveir nýggjar samrøðubólkar. Ein bólkur fyri børn frá 3. – 6. fl., sum verður mánadag frá kl. 15 – 17 og ein bólkur fyri ung frá 7. fl. og uppeftir, sum verður hósdag frá kl. 17 – 19.

Tað er sjálvandi av allar størsta týdningi, at bæði foreldrini eru samd um, at teirra barn kann koma í samrøðubólk, og at barnið, við góðari samvitsku yvir fyri báðum foreldrunum, kann tosa um sína støðu. Tí, at júst loyalitetur og longsul eftir foreldrinum, ið barnið ikki býr saman við, eru kenslur sum kunnu fylla.

Tað er eisini av stórum týdningi, at foreldur vita, at stórur dentur verður lagdur á tagnaðarskyldu í bólkinum og at foreldrini ikki spyrja børnini um nøkur nøvn. Heldur kunnu tey spyrja inn til tað ávísa evnið, sum er tikið upp tann dagin.

Tað vera námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, ið koma at leiða bólkarnar. Tey, ið vilja vera við í samrøðubólki kunnu skriva til Ingvør í Haraldsstovu, ingvorih@gmail.com ella ringja 215775. Øll børn og ung í hesum aldri kunnu vera við, og tað er ókeypis at luttaka.