Samráðist bert um blokk í eitt ár

Danska stjórnin vil bert samráðast um eina eitt ára langa avtalu um blokkstuðulin, og ikki trý ár, sum landsstýrið hevur ynskt. Hetta vóru boðini frá danska forsætisráðharranum gjáramorgunin eftir fund við donsku Føroya-nevndina


 

 

Tað verður eingin avtala gjørd um heildarveitingina úr Danmark komandi trý árini.

Hetta vóru greiðu boðini frá danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, tá hann kom út av fundi við donsku Føroya-nevndina á Christiansborg um sjálvstýrissamtykt løgtingsins tíðliga gjáramorgunin.

? Vit halda tað ikki vera møguligt at samráðast um eina trý ára avtalu um blokkstuðulin. Vit ynska ikki at koma í ta støðu, at veruleikin er, at sjálvstýrisynskið hjá landsstýrinum verður til eina avtalu um blokkstuðulin í trý ár umframt tey fýra árini, sum stjórnin hevur tosað um, segði Poul Nyrup Rasmussen við tíðindafólkini á ganginum uttan fyri fundarhølini


Í lagi at yvirtaka

Danski forsætisráðharrin gjørdi tó greitt, at danska stjórnin er sinnað at samráðast um, at føroyingar yvirtaka málsøki, eins og landsstýrið ynskir.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sent danska forsætisráðharranum bræv, har hann longu í hesum mánaðinum ynskir at samráðast um grundarlagi undir yvirtøkunum av ymisku málsøkjunum, umframt um ein trý ára langa avtalu um blokkstuðulin.

Poul Nyrup Rasmussen torir tó ikki at lova, at samráðingarnar verða longu í mai, tí hann veit ikki, um tað liggur fyri.


Trý ár ikki ókent

Áður hevur eingin trupulleiki verið at gjørt longri avtalur millum donsku stjórnina og landsstýrið um blokkstuðulin. Beint tá sitandi samgonga í Føroyum kom til róðrið varð gjørd ein trý ára long avtala um heildarveitingina.

Hendan avtalan er nú við at ganga út, og standa blokkstuðulssamráðingar tí náttúrliga fyri framman í ár.

Danski forsætisráðharrin varð eftir útmeldingina gjáramorgunin spurdur, um tað hereftir bert verður samráðst um blokkstuðulin í eitt ár í senn. Men hetta vildi hann ikki gera viðmerkingar til. Hann segði bert, at hann roknar við, at innan eitt ár eru politisku viðurskiftini í Føroyum vorðin greiðari.


Bíðar eftir valið

Útmeldingina hjá danska forsætisráðharranum tulka journalistarnir hjá Útvarpi Føroya á Christiansborg, sum at Poul Nyrup Rasmuseen vónar, at eitt løgtingsval í Føroyum fer at taka beinini undan fullveldisætlanini, soleiðis at føroyingar verða verandi í ríkisfelagsskapinum.

Hetta er eisini væl hugsandi. Og júst tí koma boðini ikki óvart á samgonguleiðararnar í Føroyum.

Bæði Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal halda, at hetta bert er enn eitt dømi um, at danir ikki vilja viðurkenna ætlanirnar hjá landsstýrinum. Annfinn Kallsberg heldur, at danska stjórnin roynir at gera spurningin um blokkstuðulin til part av einum komandi føroyskum valstríðið. Og Høgni Hoydal er vísur í, at danski forsætisráðharrin roynir at stuðla ávísum flokkum í Føroyum, sum eftir eitt val kunnu gera, at vit verða verandi í ríkisfelagsskapinunum.