Samráðingaruppleggið ikki klárt

Samráðingaruppleggið um ríkisrættarligu støðu Føroya er ikki klárt enn, men landsstýrið arbeiðir við málinum

Landstýrið arbeiðir í løtuni við at orða samráðingaruppleggið um ríkisrættarligu støðu Føroya. Men tað er ikki heilt klárt enn, og tískil er ikki vist, at málið kemur fyri í uttanlandsnevndini fyrr enn í byrjanini av desember.

Høgni Hoydal sigur, at tað gongst væl at orða uppleggið, tí landsstýrið er væl fyrireikað, og sipar hann til Hvítubók, aðalorðaskiftið á tingi og so fram vegis. Men uppleggið skal viðgerast væl og virðiliga, fyri at fáa eina so breiða semju sum møguligt.

Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið helst fer at viðgera uppleggið einaferð seinast í mánaðinum, og síðani fer tað í uttanlandsnevndina. Høgni vil einki siga, um landsstýrið hevur havt samband við Javnaðarflokkin seinastu tíðina, meðan arbeitt hevur verið við upplegginum. Men hann fegnast um, at Edmund sigur, at Javnaðarflokkurin tekur undir við samgonguni.