Samráðingarnar í Wien í dag millum altjóða kjarnorkueftirlitið IAEA og umboð fyri iranska stýrið um ta iransku kjarnorkuverkætlanina endaðu úrslitaleysar. Tað segði talsmaðurin fyri IAEA, Herman Nackaert, í kvøld.
Hann segði seg vera sera vónbrotnan av slitinum og legði afturat, at partarnir høvdu ikki ásett nakran dag fyri, nær teir møguliga skulu royna aftur.
Iranski samráðingarleiðarin, Ali Asghar Soltanieh, segði, at Iran hevur gjørt alt fyri at sannføra altjóða samfelagið um, at landið ætlar sær bara at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, men at hetta hevur verið til fánýtis.
Iranski samráðingarleiðarin legði afturat, at mótparturin má vísa tol, um nakað skal koma burturúr.