Enn er óvist, hvør skal vera semingsfólk í sáttmálatrætuni ímillum
Fýra fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
Samráðingarnar ímillum tey fýra feløgini, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin slitnaðu nakrar dagar fyri jól og síðani og tí skuldi semingsfólk upp í og tað hava partarnir leitað eftir síðani.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at bæði fakfeløgini og arbeiðsgevararnir hava skotið hvør sítt semingsfólk upp, sum mótparturin hevur góðtikið, men enn hava semingsfólkini ikki játtað at átaka sær uppgávuna.
Tað er spurningurin um lønina, sum skilir partarnir so mikið, at teir onga vón høvdu um at semjast, og semingsfólkini, tey hava heitt á, skulu hava stundir at seta seg inn í krøvini hjá báðum pørtum og viðurskiftini annars fyri at vita um teir yvirhøvur hætta sær undir eina semingsroynd.
Og tað er hesum svari, partarnir nú bíða eftir og nær svarið kemur, er óvist.
Fakfeløgini vilja ikki víkja frá kravinum um eina lønarhækking og hinvegin tvíhalda Fíggjarmálaráðið og kommunurnar um, at flatskatturin er ein skattalætti og tí eiga lønirnar ikki eisini at hækka.