Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin slitnaðu í nátt Tað var býtið av landsstýrissessum, sum gjørdi, at samráðingarnar slitnaðu kl fýra í nátt. Útvarpið veit at siga, at Miðflokkurin kravdi tveir landsstýrissessir, annar skuldi vera fíggjarmálaráðharrin. Tjóðveldisflokkurin fýra og Javnaðarflokkurin tríggjar. Semja var tó um, at Javnaðarflokkurin fekk løgmann.
Enn er ógreitt, um royndir verða gjørdar at klinka samgonguna samanaftur.
Heini O. Heinesen hevur júst nú sum ellisformaður sett tingið. Nú er steðgur í ein hálvan tíma, meðan nøkur tingfólk kanna valbrøvini.










