Samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru slitnaðar

Samráðingarnar ímillum floternurnar og Arbeiðsgevarafelagið, eru slitnaðar

Nú seinnapartin er semingsmaðurin givin við royndunum at fáa semja ílag ímillum flogternurnar há Atlantsflogi og Arbeiðsgevarafelagið.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at kravið frá forternunum er, at felagið hjá teimum, Súlan og danska fakfelagið, Flyvebranchens Personale Union, FPU, vilja hava danskan arbeiðsrætt at vera galdandi ímillum flogternurnar og arbeiðsgevarafelagið.

– Ósemjan við flogternurnar snýr seg sostatt hvørki um løn ella arbeiðsumstøður – talan er um eitt prinsippmál, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Felagið sigur annars, at í gjárkvøldið staðfesti semingsmaðurin, at Súlan og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum umboðar Atlantic Airways, vóru samd um ein nýggjan sáttmála, bæði hvat løn og arbeiðsumstøður viðvíkur.

Orsøkin til, at semingsstovnurin er givin við semingsroyndini, er prinsipielli spurningurin um ósemjur um flogternur hjá Atlantic Airways, sum flúgva út frá einari støð í Danmark, skulu loysast eftir donskum reglum í danska arbeiðsrættinum.

– Hesum kravi vil Føroya Arbeiðsgevarafelag undir ongum umstøðum ganga á møti, tí felagið er ikki partur av danska arbeiðsmarknaðinum, sigur felagið í eini fráboðan nú seinnapartin.

– Føroya Arbeiðsgevarafelag ger bara sáttmálar við føroysk fakfeløg, har ósemjur verða loystar í føroyska Fasta Gerðarættinum, eftir reglunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 – Semingsuppskotið, sum liggur á borðinum, er galdandi fyri virksemið hjá flogternunum bæði í Føroyum og Danmark. Vit vilja ikki lata okkum draga inn í eina dupulta skipan, har onkrar ósemjur skulu loysast eftir donskum reglum og aðrar ósemjur skulu loyast eftir føroyskum reglum, sigur Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í fráboðanini. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hildið fast um at fáa sama leist at galda fyri flogternurnar, sum er galdandi fyri flogskipararnar.

FAPA, sum er fakfelagið hjá flogskiparunum er sáttmálapartur, hóast teir eisini eru limir í FPU. Eftir sáttmálanum hjá flogskiparunum skulu ósemjur loysast í føroyska Fasta Gerðarættinum, sama hvørjari støð flogskipararnir flúgva út frá.

 – Vit skilja ikki, hví sami leistur ikki kann vera galdandi fyri flogternurnar. Tað er eingin orsøk at hava dupultan arbeiðsrætt í somu málum.

– Higartil hevur sama skipan verið galdandi fyri øll starvsfólk hjá Atlantsflogi, so hendan støðan er óskiljandi, heldur Bogi Jacobsen.