Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, og Bertel Haarder, danskur kirkjumálaráðharri, staðfestu á Føroysku sendistovuni á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn fríggjadagin, at samráðingar um yvirtøkuna av Fólkakirkjuni eru av. Hesar samráðingarnar hava annars verið drúgvar. Farið varð undir at fyrireika yvirtøkuna í 1998, og nú er so upp til Løgtingið at taka støðu til, um yvirtøkan skal fremjast í verki.
Umframt landsstýrismannin vóru Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum og Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum komin niður til Keypmannahavnar. Einki umboð úr andstøðuni hevði valt at vera til staðar, tá Jógvan á Lakjuni og Bertel Haarder settu sínar undirskriftir á yvirtøkuskjalið. Harafturat vóru eisini tvey umboð fyri kirkjuliga fylgibólkin og embætisfólk við til undirskrivingina.
Bertel Haarder nevndi millum annað í síni røðu, at hann helt yvirtøkuna vera eina natúrliga gongd, eftir at Føroyar høvdu fingið varabisp í 1963. Føroyar vórðu sjálvstøðugt bispadømi í 1990, eftir at hava verið undir bispinum í Keypmannahavn í øldir.
Kirkjumálaráðharrin legði tó dent á, at ætlanin framvegis er, at samstarv skal verða millum fólkakirkjurnar í Danmark og í Føroyum.
Men hvat helt Bertel Haarder um, at hvørki Føroya bispur ella dómpróstur vóru til staðar, tá Felags yvirlýsingin varð undirskrivað fríggjadagin?
- Det har jeg overhovedet ingen kommentar til. Jeg har den største sympati for Hans Jacob, som har været med til alle bispemøder. Jeg tror, jeg ser ham igen den 7. maj. Jeg er sikker på, at han er ked af, at han ikke kunne være med, var svarið hjá danska kirkjumálaráðharranum.
Tjóðskapurin og kristnilívið
Jógvan á Lakjuni byrjaði við at endurgeva fyrsta ørindi í sálminum »Fedranna kirkja« eftir Gudmund Bruun – bæði á føroyskum og í danskari týðing. Harafturat vísti landsstýrismaðurin á, at føroyska kirkjan hevði ment sín egna bygnað og mentan eftir siðaskiftið, hóast læran var tann sama sum í Danmark.
Landsstýrismaðurin umrøddi eisini ta politisku gongdina. Sum nevnt hevur yvirtøkan verið ætlað síðani 1998, tá ein nevnd var sett at fyrireika yvirtøkuna. Samráðingarnar við donsku stjórnina byrjaðu í 2001, og ein nýggj nevnd varð síðani sett í 2002.
Jógvan á Lakjuni metti, at eitt so týdningarmikið málsøki sum Fólkakirkjan skal hava ta neyðuga tíðina, ið eitt slíkt krevur. Landsstýrismaðurin segði seg eisini fegnast um, at Føroyar og Danmark megna at loysa stórar spurningar við samráðingum og demokratiskum miðlum. Harafturat segði Jógvan á Lakjuni, at yvirtøkan av kirkjuni er eitt stig á leiðini móti størri føroyskum sjálvbjargni, og at hendan gongdin snýr seg um at taka ábyrgd fyri egnari framtíð. Somuleiðis metti hann, at yvirtøkan fer at gagna kristnilívinum.
Landsstýrismaðurin endaði røðuna við sálminum hjá N.F.S. Grundtvig »Guds ord det er vort arvegods«. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at landsstýrismaðurin eisini las ta føroysku týðingina hjá abba sínum, Victori Danielsen, »Guds orð er ogn og arvur tann«, ið stendur í »Songbók Guds fólks«.
Sálmurin er tó eisini at finna í »Sálmabók Føroya kirkju« í týðing hjá Jákupi Dahl, »Títt orð er, Guð, várt arvagóðs«.