Menningarlondini hava játtað at taka samráðingarnar á veðurlagsráðstevnuni uppaftur. Tað hendi, eftir at samráðingarleiðarin hjá menningarlondunum hevði havt ein fund við Connie Hedegaard.
Samráðingarleiðarin hjá menningarlondunum segði nú á middegi, at hann nú heldur tað vera rætt at halda fram við samráðingunum.
Tað var fyrrapartin, at umboðini hjá teimum fátæku londunum rýmdu frá samráðingunum, tí tey vóru misnøgd við framferðina hjá teimum ríku londunum.










