Samráðingarnar steðgaðar


SAVNSRØKTIN

Samband hevur verið seinastu vikuna ímillum Mentamálastýrið og Føroya Lærarafelag um, hvussu málið um savnsrøktina verður loyst. Ein avtala var í eygsjón, men datt niður fyri, tí umboð fyri kommunurnar ikki vildu góðtaka útspælið. Samráðingarnar eru nú steðgaðar, men forkvinna Føroya Lærarafelags, Elsa Birgitta P. Petersen, hevur skotið upp, at toppfundur verður longu leygardagin ímillum Óla Holm, landsstýrismann í mentamálum, Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Jógvan Krosslá, formann í Kommunusamskipanini, og seg sum forkvinnu í Lærarafelagnum.
- Samráðingarnar eru ikki slitnaðar, men steðgaðar. Vit vilja ikki skriva undir upp á at steðga blokaduna uttan at málið um savnsrøktina verður loyst. Vit hava stríðst fyri savnsrøktini í so nógv ár og sleppa ikki málinum fyrr enn tað er loyst, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Síðani seinasta heyst hevur blokada verður lýst fyri allari próvtøkuuppgávugerð, og síðani seinasta mánaði hevur savnsrøktin og próvdømingin av uppgávunum frá royndunum í summar verið umfatað av blokaduni.
Føroya Kommunufelag, ið er ein partur í málinum, ger vart í tíðindaskrivi við, at tað metir seg hava gjørt sína skyldu á økinum.
- Skyldan hjá kommununum er at stilla høli og útgerð til undirvísingina, restin eru skyldur hjá Mentamálastýrinum, sum er arbeiðsgevari hjá lærarunum, verður sagt millum annað.