Samráðingarnar lidnar

Annar samráðingarfundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya er av

Samráðingarfundurin millum landsstýrið og doonsku stjórnina er júst av, og um eina løtu verður tíðindafundur hildin í speglsalinum í danska forsætisráðnum.

Sum skilst, hevur samráðingarandin verið góður, og partarnir hava fingið avkláðað ein part av tí, teir høvdu sett sær fyri undan samráðingunum.