Samráðingarnar komnar til eitt vegamót

Vænatandi hendir okkurt í samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið heilt skjótt

Dagfinn Olsen


John Johannessen


kl.: 15:30

Fíggjarmálastýrið hevur nú verið inni og givið semingsmonnum svar uppá semingsuppskotið. Somuleiðis hava báðir partar tosað saman, saman við semingsmonnunum. Báðir partar siga seg bert hava ta viðmerking, at samráðingarnar halda fram, og eru báðir partar aftur farnir hvør til sær at viðgera semingsuppskotið.

Vænatð verður ikki, at long tíð gongur áðrenn tað ber ella brestir í samráðingunum. Partarnir hava nú verið saman í uml. 50 tímar, og kunnu sostætt ikki halda fram leingi afturat uttan steðg.