Samráðingarnar halda fram í næstu viku

Fríggjadagin hittust Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum í samband við fyrsta umfar í samráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Talan var um fyrsta fundin aftaná, at partarnir høvdu handað hvørjum krøvini 17. oktober. Á fundinum bleiv avgjørt, at partarnir fara hvør sær at hyggja nærri upp á og gera neyðugu útrokningarnar í samband við krøvini, áðrenn teir aftur hittast mánadagin í næstu viku.

Sáttmálin hjá limunum hjá Starvsmannafelagnum fór longu úr gildi 1. oktober, og tí er tað sum so eingin tíðarfreist, ið partarnir skulu fyrihalda seg til.

 Umframt Starvsmannafelagið eru tað tólv onnur fakfeløg, ið eisini skulu samráðast um nýggjan sáttmála, harímillum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag.