Samráðingarnar halda fram fríggjadagin

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið handaðu hvørjum øðrum krøvini í farnu viku

Samráðingarnar á almenna lønarmarknaðinum kunnu sigast byrja av álvara fríggjadagin, tá umboð fyri Starvsmannafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum hittast á fyrsta sinni eftir, at tey hava handað hvørjum øðrum krøvini til nýggjan sáttmála.

Tað var hósdagin í farnu viku, at partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini og hevur eingin fundur verið millum partarnar síðan tá.

Jan Mortensen, leiðari fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at tey fara ikki at nevna nakað um krøvini í miðlunum, men halda slíkt innanfyri fundarhølini, men Starvsmannafelagið hevur longu boðað frá, at teir fara at krevja eina lønarhækkan, ið merkist hjá limunum, umframt at man vil javnstilla bachelorar í Starvsmannafelagnum við tey í øðrum feløgum.

Starvsmannafelagið er tað fyrsta av trettan fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið skulu samráðast um nýggja sáttmála.