Eftir døgurða í dag, kl. 13, hittast Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, SEV, Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum aftur. Fundurin er eitt framhald av samráðingunum, sum vóru mánadagin, har krøvini vóru gjøgnumgingin. Tey komu ikki á mál tá, og tí halda tey áfram í dag við at semjast um nýggjan sáttmála, tá hin gamli gekk út á midnátt leygarkvøldið.
- Vit rokna við at vera komin í gjøgnum øll krøvini í dag, og so verður ein ætlan løgd fyri hvat framyvir skal henda, segði Gunnleiv Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, stutt áðrenn fundurin byrjaði kl. 13. í dag.
Við samráðingarborðið mánadagin sótu somu partar, og var tað fyrsta ferðin, at felagssamráðingar hava verið við almennu og kommunalu arbeiðsgevararnar.
Krøvini:
- Longri sáttmálaskeið
- Lønarhækkan
- Eftirløn
- Arbeiðstíðin
- Endurskoða lønarskipanina
- Broytingar av ásetingum í sáttmálanum