Samráðingarnar eru byrjaðar

Samráðast um sáttmálin hjá starvsfólkunum í Posta og Føroya Tele

Samráðingarnar um nýggjan sáttmála hjá starvsfólkunum í tveimum av teimum stóru almennu partafeløgunum eru nú byrjaðar.


Í farnu viku handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið hvørjum øðrum krøvini í samband við samráðingarnar um sáttmála fyri Føroya Tele og Posta. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.


- Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið eru farin undir at samráðast um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta. Partarnir hittast aftur í dag, og samráðingarnar eru ásettar at byrja í komandi viku, skrivar Vinnuhúsið.


Sáttmálin fyri Føroya Tele og Posta gongur út 1. januar 2019.