Samráðingarleiðarin hjá 130 menningarlondum rýmdi seint í gjárkvøldið av fundi við danska formansskapin á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Lumumba Stanislaus Di-Aping, sum er samráðingarleiðari fyri tann sokallaða G77-bólkin, segði við TV2, at Danmark er í ferð við at forkoma veðurlagsráðstevnuni.
-Tað er vandi fyri, at ávísir persónar fara at oyðileggja ráðstevnuna, segði hann og sipaði til ta donsku stjórnina.
Lumumba Stanislaus Di-Aping var í øðini inn á donsku stjórnina, tá bretska blaðið The Guardian fyrr í vikuni almannakunngjørdi eitt skjal, sum sambært blaðnum var eitt danskt uppskot til eina heimsumfatandi veðurlagsavtalu. G77-samráðingarleiðarin segði, at menningarlondini fóru undir ongum umstøðum at góðtaka tað, sum stóð í tí skjalinum.










