Samráðingar um frið í Kolombia

Stjórin í Kolonbia og umboð fyri tann vinstrasinnaða uppreistrarfelagsskapin FARC hava skrivað undir eina semju um at fara undir friðarsamráðingar.

Tað var BBC, sum bar tíðindini um, at partarnir hava verið í Kuba og skrivað undir semjuna, og í nátt hava teir kolombisku myndugleikarnir váttað tíðindini. Sjálvar friðarsamráðingarnar byrja í oktober, og partarnir hava valt at samráðast í Oslo.

FARC hevur verið í stríði við teir kolombisku myndugleikarnar í næstan eina hálva øld, men í summar segði leiðari teirra, at felagsskapurin er sinnaður at gera semju um frið.