Ein nýggj meiningakanning í Spania vísir, at flestu spaniumenn halda, at stjórnin eigur at samráðast við baskiska loysingarfelagsskapin ETA.
Kanningin, sum blaðið El Perodico hevur gjørt, vísir, at 57 prosent taka undir við hugskotinum um samráðingar ímillum stjórnina og ETA, meðan 37 prosent eru ímóti. Kortini er vert at leggja merki til, at heili 65,6 prosent av teimum spurdu sýttu fyri at svara spurninginum ella vóru í iva um, hvat tey skuldu siga. Teir baskararnir, sum vórðu spurdir, vóru ikki í iva. 75,5 prosent tóku undir við samráðingum, og bara 18,9 prosent vóru ímóti. Í hesum sambandi er kanska vert at nevna, at á baskiska landspartavalinum herfyri misti loysingarflokkurin undirtøku.
Tann víðgongdi baskiski loysingarfelagsskapurin hevur stríðst fyri baskiskum sjálvsstýri í meiri enn 35 ár, og hetta stríð hevur kostað meiri enn 800 mannalív.