Samráðingar slitnaðar: Leggja sjúkrahúsini lamin týsdagin

Landssjúkrahúsið, Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús standa uttan sjúkrarøktarfrøðingar týsdagin

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar slitnaði í kvøld um 19 tíðina. Áðrenn tað fingu partarnir eitt semingsuppskot frá semingsmonnunum, men uppskotið varð havnað og tí handaði felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum Fíggjarmálaráðnum eitt skriv, har lýst var, at felagið nú tekur allar limirnar, sum starvast á sjúkrahúsunum, í verkfall frá týsdegnum klokkan 7.00. 

 

 

- Vit hava handað Jan Mortensen og Kristinu Háfoss eitt skriv, har vit boðað frá, at vit víðka arbeiðssteðgin klokkan 7 týsmorgun. Vit taka allar sjúkrarøktarfrøðingarnar á sjúkrahúsunum í verkfall, og øll undantøk, sum hava verið givin, verða tikin aftur týsdagin, sigur Óluvá í Gong, forkvinna í kvøld. 

 

 

Hon sigur orsøkina til drastiska stigið vera, at arbeiðandi liminir hjá felagnum síggja, at verkfallið gongur útyvir sjúklingarnar, og tí mugu ógvusligari tiltøk setast í verk. 

 

 

- Fyri at vera tikin í álvara av Fíggjarmálaráðnum, og sleppa til veruligar samráðingar, mugu vit taka so mikið ógvuslig stig, at Fíggjarmálaráðið tekur okkum í álvara, greiðir Óluvá í Gong frá. 

 

 

- Støðan er so mikið álvarsligt fyri sjúklingarnar við verandi verkfallið, at vit mugu skunda undir hesa tilgongdina og fáa Fíggjarmálaráðið at síggja álvaran, sigur Óluvá í Gong.

 

Hon staðfestir, at partarnir eru langt frá hvørjum øðrum.