Samráðingarúrslit

Vit mongu, sum eru í frælsishópi føroyinga, fegnast um tað arbeiði, sum er framt av Føroya landsstýri.

Daniel Lydersen



Tit hava fingið nógv, nógv meira á skaftið, enn tit egentliga tora at hugsa. Alt hetta arbeiði, tit hava gjørt, er als ikki til fánýtis. Minnist til: Hetta skuldi so einaferð gerast. Hendan prosessin mátti fremjast. Og nú er 1. partur farin afturum.

Tá vit nú í dag líta aftur um bak, so er tað serliga eitt, sum vit skulu leggja merki til, og tað er: At Poul Nyrup Rasmussen hevur ongantíð í veruleikanum lovað okkum nakað. Hevði komið til skarpskeringar, so hevði Nyrup heldur ikki sjálvur gingið við til 4 ára skiftistíð. Men hann dittaði sær til at brúka hetta tal, bert tí at júst hetta vildi fella eina fólkaatkvøðu í Føroyum.

Jú, Nyrup kann siga hvat ið honum lystir. Hann hevur tveir brandsterkar menn aftan fyri seg í Føroyum ? nevniliga Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen. Nakað heilt annað er, at eg stúri fyri at tað verða hesir báðir, sum koma at vinna komandi løgtingsval ? og kanska sita í samgongu í eini 8 ár, hvør veit?

Tá verður ikki tosað um blokkstuðul uppá 1,3 milliardir, men heldur 2 og 3, kanska 4 milliardir um árið. Klára teir tað, eru føroyingar »ferdigir« sum fólk longu í ár 2010.

Tað hevur ongantíð rikið so hart á kíkinum reint tjóðskaparliga í Føroyum sum í dag. Men tað skulu so Helena, Anfinn og Høgni eisini hava tøkk fyri, at tey hava pressað burtur úr teim rasistisku dønum, at føroyingar eru ikki eitt fólk og ikki ein tjóð.

Edmund góði, mær dámdi einki víðari andlitsúttrykkið á tær á sjónvarsskíggjanum í gjárkvøldið, tá hatta kom fram. Tit og danir verja somu borg ? trúgvi at javnaðarmenn eru meira modernaðir ? plaga so at vera. Men júst hetta, sum her er komið fram, er tað mest ræðuliga, eg nakrantíð havi hoyrt. Nú eru føroyingar faktiskt danir. Og Føroyar eru ikki Føroyar. Soleiðis sær danska fólkatingið ? og sambandsmenn væl eisini ? uppá støðuna.

Føroya landsstýri eigur miklan heiður fyri at hava hálað hendan veruleika burtur úr dønum. Má siga fyri meg, at hesi viðurskifti havi eg als ongantíð hugsað um. Havi helst bert hildið, at hetta var so natúrligt, at vit vóru føroyingar og høvdu okkara egna land.

Míni ráð til Helenu, Anfinn og Høgna skulu verða: Hugsið tykkum um, áðrenn tit gera nakra fólkaatkvøðu í Føroyum.

Dugi ikki í skrivandi løtu at síggja, hví hon er so umráðandi!

Og tað næsta (sum tit sjálvir eisini siga): Fremjið fullveldið við eini skiftistíð uppá 20 ár.

Leggið ein slagplan, sum tit so koyra ígjøgnum løgtingið sum løgtingslóg.

Og fáið okkum rættin »heim aftur«, sum vit hava mist, hetta at vit eru eitt fólk, land og tjóð. Koyrið hetta ígjøgnum ST! Gongur tað ikki, má væl saktans onkur annar instansur vera, sum vit kunnu brúka?

Duga tit at bera henda boðskapin út til Føroya fólk við komandi løgtingsval, so vinna tit valið!!! Tapa tit, so er tað tí, at tit ikki hava kunnað fólkið nóg væl.

Áðrenn eg gevist, fari eg líka at svara einum spurningi vegna Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, sum teir ikki tordu at svara Øssuri í sjónvarpinum í gjárkvøldið: Jú, tit báðir. Danska fólkatingið ræður einsamalt í Føroyum. Tað er ikki neyðugt at ringja til ein jurist um hetta. Slíkt vita væl næstan allir føroyingar. Og tað er júst hetta, sum vit frælslyntu vilja hava broytt.

Á Viðareiði hin 27. okt.