Fiskivinna
Í morgun byrjaðu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Fiskimannafelag øðrumegin og Føroya Reiðarafelag hinumegin. Við samráðingarborðið sótu í fyrsta lagi nevndirnar í báðum feløgunum.
Galdandi sáttmálin, sum eftir fiskimannaverkfall í fleiri dagar kom undir land tíðliga í hesum árinum, var bara galdandi í eitt ár, og tískil gongur sáttmálin út nú 1. desember í ár.
Fundurin í dag er hin fyrsti veruligi samráðingarfundurin av væntandi fleiri fundum millum partarnar, men umboð fyri feløgini hava longu frammanundan tosað saman soleiðis óformelt.
Ókend krøv
Tað er tó ikki fyrr enn í dag, at veruligu ynskini hjá báðum feløgunum koma á borðið, og hvørji hesi ítøkiliga eru, fingu vit ikki at vita, áðrenn blaðið fór til prentingar.
- Vit eru júst farnir til fundarborðið og eru nóg illa komnir í gongd enn, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sum vit høvdu í telefonini eitt lítið bil fyrrapartin.
Hann veit ikki at siga, um Fiskimannafelagið møguliga er sinnað at leingja verandi sáttmála, men sum skilst á Vibergi roknar hann ikki við, at Reiðarafelagið vil leingja sáttmálan uttan broytingar.
- Hvørjar broytingar, vit ynskja okkum, kann eg tó einki siga um, fyrr enn vit hava lagt okkara ynski fyri Fiskimannafelagið.
Viberg Sørensen sigur seg vóna, at feløgini kunnu finna út av at gera ein nýggjan sáttmála, áðrenn langt um líður.
- Vit duga ikki at síggja, at nakað serligt er at fara eftir hjá nøkrum parti, soleiðis sum støðan í stórum parti av fiskiflotanum er í løtuni.
Hann vísir á, at eini 10 skip, serliga ísfiskatrolarar, eru farin og eru á veg undir hamaran, og línuflotin hevur tað alt annað enn gott í løtuni heldur.
Torført at spáa
Spurdur, um hann væntar fleiri húsagangir í fiskiskipavinnuni, liggur tað ikki til Viberg at vera ov dapurskygdur.
- Vit vita, hvussu støðan er – og tó, so dugi eg slett ikki at meta um, hvørji skip klára at hóra, og hvørji møguliga ikki klára tað, nú útlitini eru so ivasom fyri ikki at siga døpur.
Hann ásannar tó, at hóast døpru gongdina í ísfiskavinnuni í løtuni, er tó lítið, sum bendir á, at samráðingarnar hesaferð verða øðrvísi, enn tær plaga at vera.
- Eg trúgvi, at hetta vera samráðingar júst, soleiðis sum samráðingar vanliga eru, men eg vóni, at mótparturin eisini hevur sæð skriftina á vegginum og ikki fer at leggja ov hart út. Tað verður bara búldur omaná sár.
Spurdur, um hann væntar, at formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, kanska hevur skilt viðurskiftini hjá fiskiskipaflotanum betur, nú hann hevur sitið í formanssessinum í eina tíð, sigur Viberg, at tað dugir hann slett ikki at meta um.
- Vit tosa ikki so sjáldan saman, og tað er einki problem. Nú mugu vit bara royna at fáa hesar samráðingar upp á pláss so væl, sum yvirhøvur til ber – og so má tíðin vísa, hvar vit enda, tá samanum kemur, leggur hann aftrat.
Framvegis dýr
Hóast oljuprísurin er lækkaður, soleiðis at bunkringarprísurin hjá skipum nú liggur nakað omanfyri 4 krónur liturin, metir Reiðarafelagið, at oljan framvegis er ein stórur trupulleiki hjá fiskiskipaflotanum.
- Oljan er framvegis kostnaðarmikil, men at prísurin so hevur verið uppaftur hægri, hevur bara gjørt støðuna hjá stórum parti av fiskiskipaflotanum uppaftur verri.
Viberg Sørensen væntar kortini ikki, at tað verður oljan, sum kemur at gera samráðingarnar truplar hesaferð.
- Nú byrja vit á sløttum borði, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag.
Fiskimenn rýma
Vit spurdu eisini Viberg, um hann væntar, at føroyskir fiskimenn í uppaftur størri mun enn áður fara leita út í onnur lond at sigla, nú fleiri skip longu eru farin undir hamaran, sigur hann:
- Jú, tað er væl hugsandi, og lítil ivi man vera um, at vit fara at missa fleiri fiskimenn. Hetta er harmiligt, men soleiðis er tað bara.
Viberg Sørensen ásannar, at støðan hjá stórum parti av okkara fiskiskipaflota er trupul í løtuni, og ógjørligt er at siga í løtuni, hvussu mong fara at liggja eftir á, tá avtornar.