Samráðingar á lágum blussi

Samráðingarnar millum ABC-flokkarnar halda fram í løgtinginum í kvøld. Enn frættist millum lítið og einki frá samráðingunum Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, segði við Rás 2 klokkan 17, at samráðingarnar ganga stútt framá, og at partarnir eisini viðgera tey tungu málini, sum kunnu leggja fótonglar fyri eini framhaldandi ABC-samgongu.

Hesi mál eru fyrst og fremst av ríkisrættarligum slag, har serliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu væntast at standa langt frá hvørjum øðrum. Umframt búskapar- og fíggjarmál hava partarnir eisini viðgjørt mentan, útbúgving og gransking í einum øðrum samráðingarbólki.

Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum segði við rásina klokkan 16, at enn var sera lítið ítøkiligt komið niður á pappírið, og at samráðingarnar ikki vóru á hægsta blussi enn.

Royndir tingmenn siga við portalin, at væntandi verður einki ítøkiligt at frætta frá samráðingunum fyrr enn í næstu viku.

Portalurin og Rás 2 fara tó at fylgja við gongdini í samráðingunum. Sum skilst á tingmonnum fara partarnir aftur hvør til sítt tíðliga í kvøld.