Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Eftir tríggjar fundir, sum Bárður Nielsen, landsstýrismaður, í hesi vikuni hevði við Bendt Bendtsen, búskaparmálaráðharra, Thor Petersen, fíggjarmálaráðharra og Bodil Nyboe Andersen, tjóðbankastjóra, er greitt, at Landsstýrið fær sama innlit í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti, sum danskir myndugleikar í dag fáa frá Fíggjareftirlitinum. Talan er um eitt gamalt ynski frá føroyskari síðu, sum nú verður eftirlíkað.
Í oktober í fjør boðaði táverandi landsstýri frá, at ætlanin var at yvirtaka alt fíggjarøkið longu á ólavsøku í ár. Yvirtøkan skuldi millum annað umfata fíggjareftirlitið.
Um ætlanin hjá undanfarna landsstýri hevði verið sett í verk, so høvdu vit um ein mánað fingið eitt serføroyskt fíggjareftirlit, hvørs einasta eftirlitsuppgáva var at halda eyguni eftir einum banka og trimum sparikassum. Hetta hevði neyvan givið starvsfólkunum á stovninum ta venjing, sum starvsfólk á fíggjareftirlitum í størri londum hava, og neyðugt hevði eisini verið at keypt dýran serkunnleika uttan fyri landoddarnar. Ivasamt er eisini, um trúvirðið hjá einum føroyskum fíggjareftirliti uttanlands hevði verið eins stórt og trúvirðið, hjá danska fíggjareftirlitinum. Afturat hesum høvdu peningastovnar í Føroyum helst eisini verið noyddir at latið seg virðismeta hjá kredittmetingarstovnum uttanlands, og tað hevði kosta teimum nógvan pening, sum kundarnir høvdu verið noyddir at goldið fyri.
Umframt fíggjareftirlitið, hevði í sambandi við eina yvirtøku av fíggjarøkinum, eisini verið neyðugt at stovnsett ein innskjótaratrygdargrunn. Tá undanfarni landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í november bleiv spurdur, um 30 mió. krónur var nóg mikið at seta í ein slíkan grunn svaraði hann, at tað talið skuldi faldast nógvar ferðir, áðrenn upphæddin var hóskandi.
Men øllum hesum útreiðslunum og vansunum sleppa vit nú undan, tí yvirtøka av fíggjarøkinum stendur ikki í samgonguskjalinum hjá nýggju landsstýrissamgonguni.
Vit kunnu tí ikki annað enn fegnast um avtaluna, sum Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur gjørt við donsku stjórnina, tí við henni fáa vit allar fyrimunirnar, sum vit kundu fingið við at yvirtikið fíggjareftirlitið, og harafturat sleppa vit undan vansunum.
Hetta er enn eitt dømi um, at størstu fyrimunirnar fáa vit við at samstarva, og ikki við at skapa øsing.