Samráðingar
Samráðst verður í løtuni um sildaveiðuna við norðmenn. Og í komandi mánað fara tær flestu av hinum samráðingunum, føroyingar skulu hava við onnur lond um sínámillum fiskiveiðu, í gongd, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Sildasamráingarnar eru enn ongan veg komnar sum so, sigur landsstýrismaðurin, hóast gongd er í. Enn er tað mest við at leggja vísindaligar upplýsingar og tílíkt fram, sigur hann.
Hinar samráðingarnar, sum verða við russar, ES, íslendingar og grønlendingar, verða allar í november og december. Uttan samráðingarnar við íslendingar, sum verða hildnar í januar komandi ár.