Samráðingar eru eitt valdsspæl

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Terja Sigurðsson, semingsmann í sendingini "Sjóteim" á Rás2 fyrrapartin

Millum gestirnar Hilmar Jan Hansen hevði á gátt í fyrrapartssendingini "Sjóteim" á Rás2 var semingsmaðurin, Terje Sigurðsson sum hevur verið semingsmaður í tí drúgvu lønarsamráðingarorrustuni millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og fíggjarmálaráðið og kommunala arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

 

Terje Sigurðsson greiðir frá, at lønarsamráðingar eru eisini á mangan hátt eitt valdsspæl.

 

Til drúgvar lønarsamráðingar er nógv bíðitíð hjá pørtunum, men Terje Sigurðsson undirstrikar, at tað er ofta brúk fyri hesari bíðitíðini fyri at mýkja samráðingarnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Terja Sigurðsson í sendingini "Sjóteim" á Rás2 fyrrapartin.