Beint eftir páskir fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini undir samráðingarnar sum fara at ganga í øllum førum fram til 1. mai, tá sáttmálin gongur út og tann nýggi skal koma í gildi.
Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag, so verða samráðingarnar skipaðar jøvnum samráðingarfundum millum partarnar fram til 1. mai.
Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelg. Úrslitið av hesum samráðingum er tí týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað er við hesar samráðingar, at karmurin verður fastlagdur. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni. Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er treytað av, nær sáttmálarnir ganga út, men er hetta vanliga tvey ár.