Samráðingar byrjaðar

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Handverksmeistarafelag og tey bæði handverkarafeløgini eru byrjaðar. Sáttmálin er uppsagdur og gongur út tann 1. oktober Bæði Landsfelag Handverkarana og Føroya Handverkarafelag hava sagt sáttmálan við Føroya Handverksmeistarafelag upp. Sáttmálin gongur út tann 1. oktober.

Fyrsti samráðingarfundur millum partarnar var fríggjadagin 14. september, har báðir partar handaðu krøv og ynskir til broytingar í nýggja sáttmálanum. Partarnir hittast aftur týsdagin 18. september.

Tey bæði handverkarafeløgini hava, eins og við undanfarnar samráðingar, avgjørt at samráðast saman

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.