Makedonska tíðindastovan MINA visti í gjár at siga, at næsta ár fer ES at tingast við Makedonia og Ísland um limaskap í samveldinum. Tíðindastovan segði seg hava tíðindini úr Týsklandi, og at tað var Angela Merkel, kanslari, sum hevði sagt týskum politikarum á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, at samráðingarnar við íslendingar og makedonar byrja í 2010.
Sambært MINA eggjaði kanslarin teimum týsku limunum í Evropatinginumn til at viðgera øll mál um nýggjar limir í ES við vælvild.
Evropatingið hevur sett Ísland og Makedonia á skránna fyri 2010.