Eru The Dreams eitt stórt navn í Føroyum og Danmark, so er Rob McDermot eitt navn, ið er nógvar ferðir størri á altjóða tónleikapallinum.
Eftir at hava arbeitt við heimskendum bólkum sum Linkin Park, Rob Zombie, Pantera og Staind, fyri at nevna nakrar, hevur Rob McDermott eftir øllum at døma kastað sín alsk á The Dreams.
– Hann setti seg í samband við okkum tíðliga í ár. Síðani steðgaði alt upp, orsaka av eini ósemju millum hann og Linkin Park. Hetta endaði við einum rættarmáli, sum nú er avgjørt. Hetta tíðarskeiðið hoyrdu vit einki frá honum, tí øll hansara orka er farin við hasum. Men fyri nøkrum døgum síðani skrivaði hann til okkum aftur, fegnast Hans Edward Andreasen.
Boðini frá Rob McDermot vóru greið og positiv.
– Hann var enn líka tendraður, sum tá hann hoyrdi okkum fyrstu ferð, fortelur Hans Edward Andreasen.
Alt passar saman
Fyrstu ferð Rob McDermot var í samband við The Dreams gjørdi hann greitt, at hann var rætti maðurin at gera The Dreams heimskendar. Teir fingu tá at vita, at tónleikur teirra heldur, at teir sum persónar passa væl saman og teirra stílur er tann rætti.
At Rob McDermott kann vera lykilin til eitt altjóða gjøgnumbrot, er lítið at ivast í. Rob McDermott hevur stýrt bólkinum Linkin Park síðani 2000, og hetta tíðarskeið hevur bólkurin selt omanfyri 50 milliónir fløgur. Hetta hevur havt óteljandi heiðurslønir við sær, millum annað tvær Grammy og tríggjar MTV Video Music Awards virðislønir.
Nú vóna Hans Edward Andreasen og hinir tríggir í bólkinum, at tað endar við ítøkiligum samstarvi við Rob McDermot, nú hann hevur tikið sambandi upp aftur við teir.
rolant@sosialurin.fo