Nú skal landsstýrið samráðast við fakfeløgini við tí endamáli at tryggja, at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum ikki skulu raka Siglingina hjá Strandferðsluni.
Tað er vinnunevndin hjá Løgtinginum samd um.
Gerhard Lognberg hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at friða siglingina hjá Strandferðsluna fyri verkfall og nú hevur vinnunevndin hjá Løgtinginum viðgjørt málið.
Í vinnunevndini eru umboð fyri allar flokkar, uttan Miðflokkin.
Vinnunevndin staðfestir, at tá ið verkfalll er, er tað ein afturvendandi trupulleiki, at serliga Suðuroy, Sandoy og Nólsoy, men eisini aðrar oyggjar, verða hart raktar, av tí at skipini ikki sigla.
- Harumframt er eisini talan um ein trygdarspurning, av tí at fólk finna meira ella minni alternativar samferðsluvegir, tá ið strandferðslan liggur.
Men vinnunevndin er samd um, at rættindi og skyldur á arbeiðsmarknaðinum eiga at verða avtalaðar við samráðingum á arbeiðsmarknaðinum og ikki við lóg.
Tí heitir ein samd vinnunevnd á landsstýrið um at samráðast við fakfeløgini við tí endamáli at gera avtalur um, at sjóvegis farleiðirnar innanoyggja ikki verða raktar, tá ið arbeiðsósemja er.
Av tí, at so stór semja er um málið, verður tað uttan iva samtykt, tá ið Løgtingið skal taka støðu til tað.
Men her er vert at viðmerkja, at hetta er ein spurningur, politikarar hava tosað um í minst 10 ár, uttan at nakað er komið burtur úr.
Men kanska verður tað hesuferð .
Hetta fer kortini onga ávirkan á semingsroyndina, sum verður í næstu viku og eitt møguligt verkfall, ið stendst av tí.