Samráðast um vápnaeftirlit

ST og Irak eru farin undir samráðingar um, nær vápnaeftirlitið kann takast uppaftur

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Formaðurin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix, samráddist í gjár við irakskar umboðsmenn um, nær eftirlitsmenninir hjá ST kunnu fara aftur til Irak at kanna landsins vánagoymslur og -verksmiðjur.
Samráðingarnar vóru í Wien, og aftan á fundin søgdu irakskir talsmenn, at tær verða tiknar uppaftur um tíggju dagar. Fyrr hevur irakski uttanríkisráðharrin, Naji Sabri, sagt, at eftirlitsmenninir kunnu koma aftur til Irak beinanvegin og treytaleyst.
Hans Blix hevur 63 serfrøðingar av ymiskum slagi at hjálpa sær, og sum skilst verða teir fyrstu ætlandi sendir til Irak fyrsta dagin at kanna, um Irak hevur tey kemisku og biologisku hópoyðingarvápnini, sum amerikanarar vilja vera við. Millum teir 63 serfrøðingarnar eru fleiri norðurlendingar.
Amerikanska stjórnin hevur longu gjørt greitt, at hon hevur ikki stórvegis vónir um, at eftirlitsmenninir sleppa at síggja alt, tá teir einaferð koma til Irak.
Fyrrverandi leiðarin hjá eftirlitsmonnunum, sviin Rolf Ekeus, heldur, at ST ella USA eiga senda einar 50.000 hermenn til grannalondini hjá Irak, haðani teir kunnu hjálpa vápnaeftirlitsmonnunum, skuldi tað hent, at irakar leggja teimum forðingar í vegin.