Embætisfólk úr Heilsumálaráðnum eru nú farin til Keypmannahavnar at samráðast um ætlanina at útvega føroyskum sjúklingum í Keypmannahavn eitt nýtt sjúklingahotell.
Privatir íleggjarar í Danmark fara nú at byggja eitt nýtt, stórt hús í Venøgade í Keypmannahavn og har stendur føroyingum í boði at leiga ein part av húsinum til eitt nýtt sjúklingahotell, sigur John Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann metir hetta sum eitt risa framstig fyri føroyskar sjúklingar, tí taka vit av tilboðnum, verður hesin parturin av húsinum innrættaður til endamálið og har verða umstøðurnar nógvar ferðir betri enn tær eru á hotellinum, sum vit nú hava í Taasingegade.
Taka vit ikki av, verður tað innrættað til íbúðir ístaðin.
Samráðingarnar, sum verða nú, verður um tær heilt ítøkiligu treytirnar so tá ið tær eru lidnar, fáa vit at vita um treytirnar eru av slíkum slagi, at tær kunnu góðtakast.
Men John Johannessen sigur, at tey hava fingið eitt útkast til ein leigusáttmála og hann metir avgjørt, at tað útkastið sær gott út.
Tí heldur hann, at tað eru góð útlit fyri at finna eina semju.
Men tann stóri trupulleikin er at sleppa so smikkaleyst sum gjørligt burturúr leigusáttmálanum um sjúklingahotellið, vit nú hava í Taasingegade.
Sáttmálin er bindandi til 2020 og avbjóðingin verður at fáa eina góðtakiliga avtalu um at sleppa burtur úr tí avtaluni
Í tí nýggja hotellinum eru 57 kømur. Fleiri av teimum eru einmanskømur, sum eisini kunnu kunnu gerast til tveymannakømur. Har eru eisini tveymannakømur, umframt kømur til rørslutarnað og størri og smærri íbúðir til húski, tá ið talan er um langtíðarviðgerð.
Harafturat er rúm at hava andakt í og í kjallaranum eru rúm til ítriv av ymsum slagi og nýggja hotellinum verður eisini eitt viðgerðarrúm.
Á myndini sæst nýggja sjúklingahotellið. Talan er um gráa bygningurin ovast vinstrumegin. Beint yvirav er grønlendska sjuklingahotelli, sum er bygt í vinkul og ímillum er hugnaligur garður. Húsið á horninum eru íbúðir og har er handil í kjallaranum.