Samráðast um nýggjan sáttmála

Umboð fyri Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu vóru í gjár á fundi við Strandferðsluna um nýggjan sáttmála fyri leið 410.

Jógvan Skorheim sigur, at tær tríggjar kommunurnar fyri fimm árum síðani gjørdu ein sáttmála við Strandferðsluna um at rinda ein part av útreiðslunum í sambandi við leið 410, sum røkir koyringina í økinum.

Hesin sáttmálin er um at ganga út, og miðað verður ímóti at fáa nýggjan sáttmála áðrenn 1. mai, sigur Jógvan Skorheim.

Hann sigur, at hetta av røttum er ein landsuppgáva, men fyri at gera nýtslu av leiðini gjørdu kommunurnar hendan sáttmálan í sambandi við undirsjóvartunnilin.

Fundurin í gjár bar ikki á mál, sigur Jógvan Skorheim.

Á myndini, sum Birgir Waag Høgnesen hevur tikið, síggjast frá vinstru:

Bogi Mortensen, SSL stjóri,

Tummas Eliasen, kommunustjóri, klaksvík,

Joan Poulsen, skrivari, SSl,

Jákup Frans Larsen, kommunuskrivari Fuglafjørður,

Jens Petur Bráttalíð, samferðslusamskipari SSL,

Erik Lervig, kommunustjóri, Eystur kommuna,

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, Eystur Kommuna,

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Klaksvík,

Sonni á Horni, borgarstjóri, Fuglafjørður.